Mentan

Video: Stephen spælir Bach á 100 ára degi sínum

Bretski tónasmiðjurin Stephen Wilkinson fylti 100 í vikuni – framvegis fúsur við klaverið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-05-01 18:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Føroyum er Stephen Wilkinson helst mest kendur sum pápi Bernhard Wilkinson, leiðara fyri Føroya Symfoniorkestri.

Í heimlandi sínum, Onglandi, er Stephen Wilkinson ein høgt virdur komponistur, sum longu í 1992 varð heiðraður av kongshúsinum við MBE-ordaninum (Member of the Most Excellent Order of the British Empire).

Mánadagin fylti hesin framvegis virkni tónasmiðurin 100 ár. Og so mikið væl fyri er aldargamli Stephen, at hann settist við klaverið og spældi eitt stykki av yndiskomponisti sínum, J. S. Bach, fyri at vísa hvat veruliga hevur týdning í lívinum – í hvussu so er hjá honum.

Fann føroyska konu undir krígnum
Stephen Wilkinson kom fyrstu ferð til Føroya sum hermaður undir krígnum, og her fann hann eisini konu, Anna Sofie Dam, dóttir Jens Dam (í Billhúsi) og Poulinu Djurhuus í Sumba. Anna Dam var flutt til Havnar at tæna, tá ástir runnu millum hana og unga tónleikaáhugaða bretska hermannin.

Urd Johannesen skrivar m.a. soleiðis um verfaðir sín:

”Hann er sera góður og alskin pápi, svigerpápi og abbi hjá okkum, men mest av øllum er hann eitt serstakliga vakurt og lívsjáttandi menniskja, sum við stórum gávumildni gevur burtur av sínum skapandi, gløggu, sermerktu, eyðmjúku og hugtakandi evnum.

Hann kom til Føroyar sum bretskur hermaður, sum partur av The Royal Navy, men hansara áhugi og alskur var alt annað enn hernaðarligur; hann lærdi seg føroyskt tey tvey árini, hann var her, hitti fleiri mentafólk, m.a. J.H.O. Djurhuus, hvørs yrkingar, hann hevur týtt."

Her búði mentað fólk
"Hann kendi einki til Føroyar, tá ið hann varð útsendur higar, og gjørdist fegin, tá ið hann kom í “gamla bókhandil” og sá, at tey høvdu partitur av einari Bach suitu, tí tá visti hann, at her búði mentað fólk.

Hann giftist føroyskari kvinnu og flutti aftur til Onglands, tey fingu fýra børn og við tónleikans gátuføru gøtum vildi soleiðis til, at ein av synunum, nú er pápi og maður okkara.

Stephen hevur stórt treiskni, sjálvsaga og dirvi til at læra seg nýtt og bjóða sær sjálvum av. Vit plaga at senda honum føroyskar bøkur, tí hann lesur nógv, bæði skaldsøgur og ævisøgur, men serliga eru tað yrkingar, ið hugtaka hann.

Hvønn morgun setur hann seg, við hjálp frá stóru ensk-føroysku orðabókini, at lesa á føroyskum, og tá ið vit vitja, kemur hann ofta við fleiri yrkingum, sum hann hevur týtt; seinast vóru tað yrkingar hjá Christiani Matras.”

Sjey kórverk sum 99 ára gamal
Urd Johannesen, sum sjálv er aktivur sangari, greiðir eisini frá hvussu tað fór fram, tá Stephen Wilkinson sum 99 ára gamal setti tónleik til heili sjey yrkingar hjá Regini Dal, sum kórið Tarira framførdi í november 2018.

”Hann tekur altíð ímóti fyrispurningum við størsta lítilætni og fyrivarni. Eitt dømi er, tá ið eg spurdi hann, um hann hevði áhugað at skriva kórinum Tarira eitt kórverk til yrking eftir Regini Dahl; hann var fegin um fyrispurningin, men nei, eg skuldi ikki rokna við nøkrum, tí hann helt ikki, at hann átti fleiri skapandi tónar í sær.

Hann bað meg tó senda sær nakrar yrkingar, tí so vildi hann fegin lesa tær. Vikuna eftir kom fyrsta kórverkið “Toybilskvøld í Havn”. Hann skrivar: “Dear Urd, Here, to my surprise, is a tiny song. I hope you will like it. Neither I nor you should expect anything more. That would be an even greater surprise. I much hope the venture is going well”. Tá ið hann so vikuna eftir sendi ein sang afturat skrivar hann: Here, to my even greater surprise, is another one. In my old age to exude even a tiny drop like this is exhausting, so please don't expect any more. That would in any case be totally inhibiting! Of course you don't have to accept them if you don't like them or don't think they will sing well or be effective. At least they keep me out of mischief for a day or two. Tá ið av tornaði sendi hann kórinum sjey smærri kórverk... ”

Fagnaðarkonsert seinni í mai
”Enn setist hann við klaverið og letur aldargomlu fingrarnar dansa ekkaleyst oman og niðan eftir svørt-hvítu tangentunum – og altíð er tað Bach. Hvørt kvøld fer hann treiskur og áhaldandi upp tey 15 brøttu trapputrinini fyri at fara til songar og hvønn morgun fer hann treiskandi upp aftur somu trin við einum tékoppi til konuna, og skemtar við at tað serliga er ellinta trinið, ið er avbjóðandi.”

Stephen Wilkinson býr í Manchester, og 18. mai verður skipað fyri fagnaðarkonsert fyri honum í Manchester.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder