Innanlands

Fingu ikki rakstur á springararnar

Ætlanin var at halda teimum til í Vestmanna, men ætlanin varð slept

Savnsmynd (Mynd: jn.fo)

Savnsmynd (Mynd: jn.fo)

2025-09-01 16:46 Author image
Ingi Samuelsen

Um hálvgun trý tíðina í dag var ein lítil flokkur av springarum funnin í Vestmannasundi.

Fleiri bátar fóru avstað, og avrátt var at reka springararnar á Vestmanna.

Men tað eydnaðist teimum ikki at fáa rakstur á springaraflokkin, og eftir fleiri royndir varð avrátt at lata teir sleppa.

Talan var um ein lítlan flokk, helst millum 20 og 30 tilsamans, upplýsir Kristjan Martin Joensen, sýslumaður.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald