Innanlands

"Fínt við Tjóðleikhúsi - Men ikki á Skálatrøð"

Í dag handaði Høgni Lützen Anniku Olsen 2400 undirskriftir móti staðsetingini av tjóðleikhúsinum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-03 10:02 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Vit koma at fylgja upp, uppá hetta mál, komandi tíðina. Og kanska ger tað ikki støðuna verri, at tú sjálv stillar upp til meira enn eitt val komandi góða árið. 

Tað stendur í skrivinum, sum Høgni Lützen handaði Anniku Olsen í dag saman við 2400 undirskriftum ímóti staðseting av Tjóðleikhúsi á Skálatrøð. Boðskapurin í skrivinum er greiður: 

"Hetta merkir heilt greitt, at 2400 fólk heita á teg: Annika Olsen, um at taka staðseting av Tjóðleikhúsi aftur nú og so fara undir at staðsetingina aðrastaðnis í Havnini" 

Høgni Lützen heitti eisini á Anniku Olsen um at fríðka um Skálatrøð heldur enn at byggja Tjóðleikhús har. Eitt nú verður heitt á borgarstjóran um at asfaltera Skálatrøð av nýggjum og tekna nýggjar parkeringsbásar upp, soleiðis at pláss verður fyri fleiri bilum. 

- Og hví ikki fáa nøkur borð og benkrir upp á veðurgóða plássinum, so tað kann koma tí størru fjøldini til góðar og ikki bert teimum fáu, stendur í skrivinum. 

Annika Olsen tók ímóti undirskriftunum og lovaði, at tær verða tiknar til eftirtektar nú. Hon segði eisini, at uppskotið um tjóðleikhús helst ikki verður samtykt av løgtinginum í hesi tingsetuni, og at tað gevur býráðnum eitt rásarúm at viðgera málið av nýggjum. 

Les alt skrivið, sum varð handa borgarstjóranum her 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder