Innanlands

Saksunartrætan: Borgarstjórin steðgar ætlanini - men undrast á framferð

Heðin Zachariasen sigur, at mótmælisskrivið úr Saksun skal fáa eina virðiliga viðgerð, áðrenn meira verður gjørt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-05-06 16:37 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Eg havi ongar ætlanir um at trýsta eina ætlan ígjøgnum, um fólk í bygdini ikki ynskja hana. 

Tað sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, sum hevur fingið mótmælisskriv frá íbúgvum í Saksun. Og borgarstjóran heldur ongan iva vera um boðskapin. 

Les eisini: Her eru ætlanirnar hjá Sunda kommunu 

- Allar ætlanirnar við parkering, at gera vesi, savningarstað til ferðafólk og skelting skal steðgast. Tað fara vit sjálvandi at taka til eftirtektar, sigur borgarstjórin, sum tó undrast á framferðina, tí avtala var gjørd við festarin. 

- Vit hava undirskriva skjøl við festarin á økinum, sum nú mótmælir ætlanini. Eg havi hildið tað vera neyðugt eitt nú at gera nýggj vesi, sigur Heðin Zachariasen, sum lovar ætlanin fyribils steðgat og at mótmælisskrivið fær eina góða viðgerð. 

Les eisini: Fólk í Saksun ynskja tálma ferðafólkastreyminum  

Hann sigur at grundin til farið varð undir at gera parkering var fyri at gera tað meira liviligt hjá fólkum, sum búgva í Saksun. Hann sigur, at eitt nú hevur verið víst á, at tað manglar eitt vesi og vendipláss í bygdini. Men eftir mótmælið, hevur hann ongar ætlanir um at halda fram við ætlanini. 

- Eg eri bara ein av ellivu býráðslimum, men tað verður ein viðrilig og góð viðgerð av mótmælisskrivinum, og so gangi eg út frá, at vit taka áheitanirnar til eftirtektar, sigur Heðin Zachariasen at enda. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder