Fyrsta formansumfar í sambandi við fólkatingsvalið var í sjónvarpinum í kvøld. Og boðskapurin frá Sjálvstýri var greiður.
Fær Sjálvstýri umboðan á fólkatingi, fer sessurin at standa tómur, og flokkurin fer heldur ikki at blanda seg uppí nakað sum helst.
- Vit ætla slett ikki at blanda okkum uppí nakað sum helst. Tað skal veljarin vita púra greitt, segði Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri.
- Atkvøður veljarin fyri Sjálvstýri, fer sessurin at standa tómur, hann skal ikki vera við í nakrari skipan í fólkatinginum. Tað fólkatingsumboðið, sum verður valt, skal ikki fáa nakra løn, ongan stuðul, segði hann.
Um Sjálvstýri gerst avgerandi atkvøðan um Danmark fær bláa ella reyða stjórn, kann Sjálvstýri so liva við at Danmark fær eina reyða stjórn?
- Tað kann gera akkurát tað sama. Vit ætla ikki at blanda okkum uppí hasa skipanina. Eg haldi, at danir sjálvir skulu velja hvørja skipan teir skulu hava, og hvat fyri meiriluta teir kunnu skapa í fólkatinginum. Fyri okkum kann tað gera akkurát tað sama. Vit vilja tryggja okkum at lóggevandi valdið altíð verður í Føroyum,
Tað eru vit sum skulu taka ræði av okkara tjóð fult og heilt, og tað skal ikki vera við uppíblanding frá nøkrum øðrum, segði Jógvan Skorheim.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald