Innanlands

Arnfinn á Birtuni steðgaður av vaktarmonnum á Glasi

Bogi Bech Jensen sigur, at Arnfinn á Birtuni hevur samskift óvirðiliga við forkvinnuna í samstarvsnevndini, sum er ein næmingur

Pallborðskjak á Glasi seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)

Pallborðskjak á Glasi seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-08 15:04 Author image
Regin Winther Poulsen

Tá Arnfinn á Birtuni møtti til pallborðsfund á Glasi í morgun, varð hann vendur í hurðini. Framtakið hevði fingið at vita, at flokkurin ikki slapp at luttaka á pallborðsfundinum í dag, tí flokkurin ikki hevur nakran ungdómsflokk. Men flokkurin hevur síðani tá gjørt sær ein ungdómsflokk. 

- Síðani hava vit roynt at spurt, um vit røkka krøvunum fyri at luttaka, men vit fingu onki svar, sigur Arnfinn á Birtuni, sum hevði ætlað sær at lurtað á fundinum, um flokkurin ikki slapp at luttaka. Nú ætlar hann sær at almannakungera samskiftið við tey, sum hava nokta honum inngongd. 

Bogi Bech Jensen, stjóri á Glasi váttar, at skúlin hevur noktað Arnfinni á Birtuni at luttaka á fundinum, men hann sigur at Arnfinn á Birtuni hevur fingið boð um, at innbjóðingin at luttaka er tikin aftur. 

- Framtakið varð bjóðað at luttaka á fundinum, men tí tað er eitt ungdómstiltak fyri næmingunum her, sum ikki er alment, varð kravið at eitt ungdómsumboð luttók, greiðir Bogi Bech Jensen frá. 

- Tá byrja teir at samskifta á ein óvirðiligan hátt til forkvinnuna í Samstarvsnevndini á skúlanum, sum er ein næmingur. Teir tráspyrja hana, um teir kunnu luttaka. Tá vit í samstarvsnevndini sóu hetta samskiftið, høvdu vit ikki álit á, at Framtakið fór at megna at luttaka siðiliga, greiðir rektarin á Glasi frá. 

Men er tað ikki øgiliga ógvusligt at seta vaktir við dyrnar, um Arnfinn á Birtuni bara ætlaði at lurta? 

- Tað er tí, at tá vit boðaðu Framtakinum frá, at tey ikki sleppa at luttaka, svaraði hann við bannan og blótan, og flokkurin boðaði frá, at hann ætlaði at møta allíkavæl. Men hetta er ikki eitt alment tiltak, staðfestur Bogi Bech Jensen, sum sigur tað vera grundina til, at tey hildu seg muga nokta Arnfinni á Birtuni inngongd til fundin, at enda. 

 

placeholder
placeholder