Mentan

Blíðskapur út í bók

’Tá ókunnufólk kom á leið’ er hugtakandi søgan handan átakið ’Heimablídni’

(Mynd: Ingi Samuelsen)

(Mynd: Ingi Samuelsen)

2019-05-10 08:05 Author image
Ingi Samuelsen

Seinnapartin í gjár vóru aftur hópin av fólki á gátt hjá Annu og Óla Rubeksen á Gerðisvegi á Velbastað.

Hesaferð var orsøkin eitt sindur øðrvísi, enn tá bóndahjúnini borðreiða við tí so vældámda ’Heimablídni’-borðinum, sum tey fingu norðurlendsku Embla-virðislønina fyri í 2017.

Nei, orsøkin var framløgan av nýggju bókini um Heimablídnið, sum Anna og Óli eru vorðin so gitin fyri síðani alt uppmerksemi kring Embla-virðislønina. ”Tá ókunnufólk kom á leið” er heitið á bókini

- Ein dreymur størri enn vit tordu at vóna
- Hetta er ein dreymur, sum hevur ment seg til nakað, vit ikki kundu ímynda okkum. Vit hava bara sagt ’ja’, verið opin fyri møguleikum, og soleiðis er dreymurin við garðinum vaksin størri enn vit tordu at vóna, segði Óli Rubeksen til framløguna.

Sambært honum er hugskotið til bókina eisini komið mest sum av tilvild. Ein tanki um at víðka virksemið á garðinum til eisini at taka ímóti ungdómi, sum kundi uppliva hvaðani rávøran kemur, vant bara upp á seg.

Tankin um at skriva eina bók mentist skjótt. Neyðuga hjálpin vísti seg at vera til staðar og fíggingin eisini. Hollendski fotografurin Ingrid Hofstra hevði longu vitjað Annu og Óla fleiri ferðir gjøgnum og dokumenterað arbeiðið í haga, bø, sláturhúsi og køki. So myndatilfarið var eisini tøkt í góðari dygd.

Lýsir allar rávørurnar, sum verð brúktar
Umframt frálíku myndirnar hjá Ingrid Hofstra eru 32 greinir ella kapitlar, sum lýsa virksemið. ”Hetta er ein gluggi inn í føroyskan bónaskap”, sigur Óli Rubeksen, sum sjálvur hevur skrivað umleið helmingin av greinunum. Jóan Pauli Joensen, professari og serfrøðingur í at skriva um føroyskan mat, hevur skrivað fleiri kapitlar og annars hava eisini Súsanna Sørensen, Levi Hanssen og Katrina í Geil givið sítt íkast.

Bókin lýsir ikki bara virksemi á garðinum á Mýrini á Velbastað. Bókin lýsir so at siga allar tær rávørur, sum Anna og Óli borðreiða við og brúka í sambandi við veitsludøgurðarnar í bóndans stovu á Velbastað. Tað vil siga, at lesarin eisini fær innlit í fiskatilvirking, velting, bjórframleiðslu og ullavirking og -sniðgeving.

Bókaforlagið Sprotin í Vestmanna gevur bókina út, í stórari skreyt/’coffee-table’-útgávu, sum Sprotin við góðum úrsliti hevur roynt fleiri ferðir í seinastuni.

Og so er ”Tá ókunnufólk kom á leið” eisini at fáa við heitunum ”When Strangers came knocking” og ”Bei Färingen zu Gast”.

Les eisini grein frá í fjør um Heimablídnið hjá Annu og Óla: Blíðskapurin blómar heima á Velbastað 

 

placeholder
placeholder