Innanlands

Ferðsluóhapp á Velbastaðhálsi: Tvey fólk innløgd

Níggju fólk vóru í ferðsluóhappinum á Velbastaðhálsi sunnumorgunin, og tvey hava brotið mjødnina, upplýsir løgreglan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-11-17 08:23 Author image
Alda Nielsdóttir

Tvey fólk eru innløgd eftir eitt ferðsluóhapp á Velbastaðhálsi tíðliga sunnumorgunin.

Tað var beint fyri klokkan fimm sunnumorgunin, at ein bilur, sum var á veg móti Velbastað, gleið inn í mótkoyrandi vegbreyt, har ein annar bilur, sum var á veg móti Havnini, rendi í síðuna á honum.

Bilarnir fingu rættiliga stóran skaða, og tey níggju fólkini, sum vóru í bilinum vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn upplýsir í morgun, at tvey av fólkunum hava brotið mjødnina, meðan hini sluppu frá óhappinum uttan skaða.

Tað var sera hált sunnumorgunin, men bilarnir vóru væl skøddir, leggur vaktleiðarin afturat.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald