Innanlands

- Tað besta var um tingið kom saman aftur

Høgni Hoydal vónar at semja eisini kann gerast ímillum politisku flokkarnar um umsitingarætlan

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-10 16:56 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

 - Høvuðsmálið hevur verið at fáa burðardygga umsiting av fiskiskapinum á føroysku landgrunnunum og at fáa semju ímillum havfrøðina og vinnuna, og tað hevði eg næstan ikki tora at droymt um fór at henda. Men tað er komið nú við einari rættiliga genialari skipan.  

Tað sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, sum nú vónar, at skipanin verður samtykt av løgtinginum. Nýskipanarnevndin, sum gjørdi tilmæli um lógina um fyristing av sjófeingi, mælti til at kvotaskipan varð gjørd fyri heimaflotan eisini. Høgni Hoydal legði sjálvur uppskot um kvotaskipan fram, og tað varð eisini samtykt. Men landsstýrismaðurin afturvísur, at talan er um ein ósigur fyri seg, nú kvotaskipan ikki verður samtykt.  

- Tað haldi eg als ikki. Við at samtykkja kvotur í nýskipanini, løgdu vit eisini trýst á, fyri at fáa semju. Eg havi allatíð sagt tað, at um vinnan hevur eina betri skipan, kom so við henni, greiðir Høgni Hoydal frá, sum fegnast um, at vinnan og serfrøðin hevur megna at gjørt semjuna. Nú skal hann tó fáa løgtingið at samtykkja umsitingarætlanina, og tað verður trupult, tí løgtingið er farið í summarfrí. Høgni Hoydal vónar tó, at semja er í politisku skipanini. 

- Tað besta hevði verið, um tingið kom saman aftur. Men annars havi eg kalla allar flokkarnar saman, fyri at kanna um semja er um hettar. Og tað er nógv sum bendir á, at tað er semja, sigur Høgni Hoydal, sum væntar at 33 tingfólk taka undir við umsitingarætlanini. 

Ein trupulleiki, sum ofta hevur verðið nevndur við fiskidagaskipanini, er, at dagatalið í síðsta enda er blivið ásett av løgtinginum. Tað hevur havt við sær, at skipanin tíðum er blivið til politiskt amboð at tekkja veljarum við. Nú er tað landsstýrismaðurin, sum skal áseta talið, men kann vandin ikki gerast júst hin sami? 

- Tað er altíð ein vandi, hvussu landsstýrismenn umsita. Men um umsitingarætlanin verður samtykt, liggur tað rættiliga fast, hvat landsstýrismaðurin kann gera. Og hann skal sjálvandi fylgja umsitingarætlanini, um hon verður samtykt av løgtinginum, greiðir landsstýrismaðurin at enda frá. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder