Málið um fosturtøkulóg, sum varð samtykt við aðru viðgerð í gjárkvøldið, skal til triðju viðgerð í morgin, hósdagin.
Tað framgongur í skránni hjá løgtinginum.
Tingfundurin byrjar í morgin klokkan 11, og fosturtøkulógin er mál nummar fýra av 18 á skránni.
Uppskotið, sum Eyðdis Hartmann Niclasen, Karlot Hergeirsson, Ingilín Didriksen Strøm, og Hervør Pálsdóttir hava lagt fram, varð í gjár samtykt við 17 atkvøðum fyri og 16 ímóti, og verður helst samtykt endaliga við triðju viðgerð í morgin.
Skráin fyri tingfundin í morgin sæst her
Les eisini: Súsanna gjørdist sum væntað tungan á vágskálini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald