Innanlands

Kunnu fáa Suðuroyartunnil um 10 ár

Stendur tað til flestu floksformenninar á tingi, kemur Suðuroyartunnil í seinasta lagi í 2030

Mynd: KVF

Mynd: KVF

2019-05-11 21:04 Author image
Alda Nielsdóttir

Í seinasta lagi í 2030 verður koyrandi millum meginøkið og Suðuroynna.

Tað søgdu flestu floksformenninir, tá teir vórðu spurdir um ein Suðuroyartunnil á fólkafundinum í SALT seinnapartin.

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, og Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, søgdu, at teir hildu tað vera gjørligt at fáa ein tunnil til Suðuroynna kláran í 2030.

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, Jógvan Skorheim, formaður hjá Sjálvstýri, og Høgni Hoydal, formaður hjá Tjóðveldi, hildu, at ein tunnil til Suðuroynna møguliga kann vera liðugur áðrenn 2030.

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, segði seg trúgva uppá, at tað fór at vera gjørligt innan 10-12 ár.

Hoyr innslagið hjá Kringvarpinum her.

Sí eisini: Myndir: Fólkafundur í Salti

placeholder
placeholder