Innanlands

Ein handtikin fyri innbrot á Sandi

Í gjár varð aftur boðað frá innbroti - hesa ferð í einum báti á Skálatrøð - Løgreglan upplýsir, at ein persónur er handtikin fyri innbrotið í Rúsuna á Sandi herfyri

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-12-04 08:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu tíðina hevur verið boðað frá fleiri innbrotum kring landið, og í gjár fekk løgreglan enn eina fráboðan um innbrot.

Hesa ferð varð brotið inn í ein bát á Skálatrøð í Havn.

Tað er torført at siga, júst nær hetta innbrotið er hent, men tað er hent innanfyri seinastu fimm dagarnar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Báturin hevur fingið eitt sindur av skaða. Nakrir lásikassar eru oyðilagdir, og onkur hevur verið inni í medisinskápinum, men líkt er ikki til, at nakað er stolið.

Seinastu dagarnar er m.a. boðað frá innbroti í Effo í Kollafjarðardali, Borg á Hálsi í Havn og í Rúsuni á Sandi, og upplýst verður, at løgreglan hevur handtikið onkran fyri síðstnevnda innbrot.

Viðkomandi, sum er undir illgruna, er í varðhaldi hjá løgregluni í løtuni, og verður hann møguliga førdur fyri rættin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder