Innanlands

Broytingar í ferðaætlanini hjá Smyrli

Vegna átrokandi umvælingararbeiði, er ferðaætlanin hjá Smyrli broytt í dag og í morgin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-12-05 08:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag og í morgin verða broytingar á Suðuroyrleiðini orsakað av átrokandi umvælingararbeiði umborð á Smyrli.

Smyril fór av Krambatanga í morgun klokkan sjey sum vanligt, og fer hann av Havnini aftur klokkan 12.30, og av Krambatanga aftur klokkan 18.

Ferðandi við bílegging til klokkan 18.30 av Havnini eru flutt til kl. 12.30, og ferðandi við bílegging til klokkan 21 av Krambatanga eru flutt til kl. 18, skrivar Strandferðslan.

Í morgin, leygardagin fer Smyril av Havnini klokkan átta, av Krambatanga klokkan 10.30, av Havnini klokkan 16, av Krambatanga klokkan 18.30, og av Havnini aftur klokkan 21.15.

Bygdaleiðir í Suðuroy koyra í sambandi við broytingarnar hjá Smyrli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder