Tórshavnar kommuna hevur meldað eitt mál um herverk til løgregluna.
Tað var fyrr í vikuni, at onkur gjørdi seg inn á skíggjan, sum vísir bussleiðirnar í Steinatúni.
Heitt verður á fólk, sum hava sæð ella vita okkurt um hendingina um at seta seg í samband við løgregluna.
Kommunan skrivar, at tað kemur javnan fyri, at herverk verður framt í miðbýnum. Sum oftast er talan um smærri herverk, men viðhvørt er tað meira umfatandi.
Fríggjadagin í síðstu viku, tá jólabýurin varð settur upp í gongugøtuni, hevði onkur eisini gjørt seg inn á eina av jólasmáttunum. Ein rutur varð brotin, og ein dúkur varð eisini skræddur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald