Lantmännen Cerealia A/S afturkallar trý sløg av Amo breyðblandingum, sum eru seldar í Føroyum.
Orsøkin er, at mølur kann vera í vørunum, og tí eru tær ikki egnaðar sum matvøra, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.
Heilisufrøðiliga starvsstovan mælir borgarum ið hava hesar vørur at lata tær inn aftur, haðani tær eru keyptar ella beina tær burtur.
Breyðblandingarnar, sum verða afturkallaðar, eru:
Amo Koldhævede frokostboller 900 g
Best fyri: 2026-06-02 (2. juni, 2026) og 2026-04-06
Amo Koldhævede Softkerne boller 900g
Best fyri: 2026-01-22 og 2026-04-07
Amo Softkerne Rugbrød 900 g
Best fyri: 2026-04-29
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald