Uttanlands

Fólkatingið játtar 2,5 milliónir krónur til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027

30 milliónir krónur eru settar av til at styrkja vitanina um Ríkisfelagsskapin

– Hetta er eitt gott ískoyti til leikirnar, sum aftur verða hildnir í Føroyum, sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin (Savnsmynd)

– Hetta er eitt gott ískoyti til leikirnar, sum aftur verða hildnir í Føroyum, sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin (Savnsmynd)

2025-12-05 15:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danska stjórnin hevur hevur sett 30 milliónir av til at styrkja vitanina um Ríkisfelagsskapin.

Fýra milliónir krónur verða í hesum sambandi settar av til Danske Taler, til at skjalprógva føroyskan og grønlendskan siðaarv um røðulist, og 2,5 milliónir krónur verða settar av til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027.

– Hetta er eitt gott ískoyti til leikirnar, sum aftur verða hildnir í Føroyum. Leikirnir hava ikki verið hildnir í Føroyum síðani 1989. Hetta er eitt gott høvi at sýna okkara dugnaligu ítróttafólk, mentan og samfelag fram fyri øllum oyggjaleikagestum, sigur Anna Falkenberg, fólktaingskvinna fyri Smabandsflokkin.

– Eg gleði meg til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027 og vil ynskja fyrireikarunum hepna hond í at skipa fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder