Á ráðstevnuni, sum varð hildin frá 8. til 10. oktober, vóru granskarar og fakfólk úr Norður- og Eystureuropa, sum arbeiða við burðardygd, umhvørvisvísindum og grønum byggitilfari.
EcoBalt er ein altjóða ráðstevna, sum verður tikin í stórum álvara á hesum økinum, so ynskið teirra at fáa Karina Habermehl-Cwirzen at halda ein av høvuðsfyrilestrunum ber boð um tann vaksandi týdningin, sum granskingin í burðardyggum tilfari á Fróðskaparsetri Føroya hevur.
Sum lektari á Náttúruvísindadeildini greiddi hon í fyrilestrinum frá nýggjastu granskingarúrslitum sínum.
Tey snúgva seg um føroyskt basalt sum byggitilfar og um møguleikarnar at endurvinna føroyskt byggitilfar, eitt nú gamalt betongtilfar.
Í fyrilestrinum legði hon dent á, hvussu høgorku-maling (high-energy ball milling) kann gera basalt og endurvunnið betong virkið, so at tey kunnu nýtast aftur sum bindievni í nýggjum betongi.
Fróðskaparsetur Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald