Innanlands

Sámal Hanni rýmir eisini úr Sambandsflokkinum

Sambært Sámal Hanna Lognberg var Sambandsflokkurin orsøkin til, at fosturtøkumálið varð samtykt, og tað vil hann ikki vera partur av

Sámal Hanni Lognberg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sámal Hanni Lognberg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-12-05 20:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sámal Hanni Lognberg, sum fekk 172 atkvøður á Sambandslistanum til seinasta val, takkar nú fyri seg í flokkinum. Hann frá í dag at roknað limur í Miðflokkinum.

Hetta upplýsir hann á Facebook í kvøld.

- Avgerðin kemur í kjalarvørrinum av, at ein løgtingslimur fyri Sambandsflokkin hevur verið við til at leggja fram uppskot um fría føsturtøku – eitt uppskot, sum Løgtingið samtykti í gjár.

- Uppskotið fekk meiriluta á tingi, av tí at tveir tinglimir hjá Sambandsflokkinum atkvøddu fyri. - Slíkum vil eg ikki vera ein partur av, sigur Sámal Hanni Lognberg.

Hann legst afturat Edvu Jacobsen og Áron Vest, sum eisini stillaðu upp til valið seinast, men hava valt at meldað seg úr flokkinum orsakað av fosturtøkumálinum. Edva Jacobsen hevur í nógv ár sitið sum tingkvinna fyri Sambandsflokkin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder