Innanlands

Betri samband til flogvøllin

Ferðaætlanirnar hjá bygdaleiðunum 100 og 300 eru tillagaðar soleiðis, at tær samsvara betur við flogferðsluna í Vágum, og sambandið við Minám í Vestmanna verður betrað

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-12-06 10:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Strandferðslan hevur dagført ferðaætlanirnar fyri leið 100 millum Vestmanna og Tórshavn, og leið 300 millum Sørvág/flogvøllin og Tórshavn.

Ferðaætlanirnar eru tillagaðar soleiðis, at tær samsvara betur við flogferðsluna í Vágum. Hetta ger tað lættari at ferðast við bussi til og frá flogvøllinum, tá tú skalt ferðast uttanlanda. Samstundis verður sambandið við meginøkið og Miðnám í Vestmanna betrað.

Umframt betri samskipan við flogferðsluna, verður nú eisini beinleiðis samband millum leið 300 og leiðirnar 400 og 401, sum koyra millum Tórshavn og Klaksvík.

Nýggju ferðaætlanirnar koma í gildi týsdagin 9. desember, og eru longu tøkar á ssl.fo.

Strandfaraskip Landsins

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder