Mentan

Grandma's Basement við nýggjum jólalagi

Klaksvíksbólkurin hevur givið út lagið "Brúnasós og Taffel Chips"

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-12-06 13:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað eru nøkur ár síðan seinast, men í gjár kom bólkurin Grandma's Basement út við nýggjum lagi.

Talan er um eitt jólalag, ið hevur fingið heitið "Brúnasós og Taffel Chips".

– Ein heftigur Jólasangur, har vit seta orð á hvat jólini VERULIGA snúgva seg um, siga teir í Grandma's Basement.

Grandma's Basement er úr Klaksvík og er m.a. kendur fyri løgini "Hon fær ongantíð nokk", "Renna nakin" og "Sýrahøvd".

Í bólkinum eru Jón Jacobsen, Hans Andrias Jacobsen, Rógvi Olsen, Jóannes Viðbjørg, Símun í Heimustovu, og Thorvald Danielsen.

Nýggja sjónbandalagið sæst omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder