Uttanlands

X fær risabót frá ES

X hevur ikki fylgt reglurnar hjá ES um gjøgnumskygni og fær tí eina bót á 120 milliónir evrur - 900 milliónir krónur

Tað er ríkmaðurin Elon Musk, sum eigur sosiala miðilin X, sum fyrr varð kendur undir navninum Twitter (Savnsmynd)

Tað er ríkmaðurin Elon Musk, sum eigur sosiala miðilin X, sum fyrr varð kendur undir navninum Twitter (Savnsmynd)

2025-12-06 12:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sosiali miðilin X hevur fingið eina bót á 120 milliónir evrur fyri at hava brotið reglurnar hjá ES um gjøgnumskygni.

Talan er um eina upphædd, sum svarar til umleið 900 milliónir krónur, skrivar Ritzau.

Sambært ES-nevndini hevur X, sum ríkmaðurin Elon Musk eigur, ikki livað upp til reglugerðina hjá ES um talgildar tænastur.

Í ES eru tey ónøgd við "villeiðandi sniðnum" hjá sosiala miðlinum.

Tað snýr seg um bláa flugubeinið, sum vísir, at ein brúkari á X er "váttaður". Hetta var fyrr bert ætlað almennum persónum og fyritøkum, men í dag kunnu øll gjalda fyri at fáa eitt slíkt flugubein.

Talan er um eina broyting, sum Elon Musk kom við, eftir at hann keypti sosiala miðilin, sum tá æt Twitter, í 2022.

ES metir eisini, at X ikki hevur tryggjað nøktandi gjøgnumskygni í mun til lýsingar á sosiala miðlinum.

Áðrenn bótin varð kunngjørd, ávaraði amerikanski varaforsetin, J.D. Vance ímóti tí, sum hann nevnir "sensurur" og eitt álop hjá ES á amerikanskar fyritøkur.

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio sigur, at avgerðin hjá ES er eitt álop á allar amerikanskar tøknipallar og amerikanska fólkið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder