Írska løgreglan kannar eitt mál um dronur, sum vóru í luftini, tá flogfarið hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj lendi í írska høvuðsstaðnum Dublin mánakvøldið í sambandi við almenna vitjan í Írlandi.
Talan var um hernaðarligar dronur, sum høvdu kós móti leiðini, sum flogfarið hjá ukrainska florsetanum fleyg. Keldur hava upplýst við miðilin The Journal, at dronurnar vóru yvir Dublin í upp til tveir tímar.
Ta løtuna var tað annars bannað at flúgva við dronum yvir Dublin, skrivar Ritzau.
Írski forsætisráðharrin, Micheál Martin, sigur við sjónvarpsrásina RTE, at hann fer at innkalla til trygdarfund um hendingin einaferð í desember. Tá hann fríggjadagin varð spurdur, um Russland stendur aftanfyri, segði hann, at hann ikki hevur nakrar aðrar viðmerkingar, áðrenn málið er gjøgnumgingið.
– Tað er nóg mikið at siga, at síðan kríggið hjá Ukraina byrjaði, hevur verið økt virksemi á nettrygdarøkinum, á sjóøkinum og í sambandi við dronum, segði hann.
Seinastu mánaðirnar hava dronur verið sæddar yvir floghavnir og øðrum undirstøðukervi í Evropa. Stúrt verður fyri, at Russland stendur aftanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald