Innanlands

– Ein óbeinleiðis hóttan uppá lívið

Tað er týdningarmikið, at vit halda tónan reiðiligan, sigur Bjarni Kárason Petersen, sum er ein teirra, sum hevur fingið hóttandi SMS-boð eftir at hava atkvøtt fyri Fosturtøkulógini

Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður fyri Framsókn er ein teirra, ið fekk hóttanir í gjár (Savnsmynd: Løgmálaráðið)

Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður fyri Framsókn er ein teirra, ið fekk hóttanir í gjár (Savnsmynd: Løgmálaráðið)

2025-12-06 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir

Tað er týdningarmikið, at vit halda tónan reiðiligan.

Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður fyri Framsókn, sum er ein av løgtingsfólkunum, sum í gjár fingu hóttandi boð, eftir at tey hósdagin vóru við til at samtykkja uppskotið um Fosturtøkulóg.

– Eg vil nýta høvi til at undirstrika hvussu týdningarmikið tað er, at vit halda tónan reiðiligan. At vit kunnu vera ósamd, men mugu kjakast og grundgeva, heldur enn at fáa mótpartin at framstanda sum ein ónd spilla, ið vil fólki og samfelagnum ilt.

– Velur mann tað seinna, fær tað møguleika at festa røtur í sinninum hjá veikum sálum, ið kunnu finna uppá at fremja gerðir útfrá slíkum dehumaniserandi útsøgnum. Hartil mugu vit ongantíð koma, skrivar hann í dagføring á Facebook í dag.

Í boðunum, sum eru send løgtingsfólkum umvegis SMS og sosialar miðlar, stendur, at tey eru koyrd á ein "rættvisan fosturtøkulista".

– Fert tú alment at angra tað, skal eg strika teg av listanum. Tað er rættvíst at drepa ein barnamordara, stendur í boðunum, sum VP hevur mynd av.

Bjarni Kárason Petersen sigur, at talan er um eina óbeinleiðis hóttan uppá lívið, sum løgreglan tekur "í tí stóra álvara, ið tað eigur at fáa".

Les eisini: Fleiri løgtingslimir fingið hóttandi boð


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald