Forlagið Vøkstur hjá Fólkakirkjuni hevur givið út sína fyrstu jólabók.
Talan er um "Fyrstu jólini", eina myndprýdda barnabók, sum sigur søguna um Jesu føðing.
– "Eg beri tykkum góð tíðindi!" segði eingilin. "Guds sanni kongur er føddur í Betlehem!"
– Kom og undrast saman við hirðunum úti í haganum. Ver við í ævintýrinum saman við vísmonnunum, meðan teir fylgja stjørnuni til Betlehems. Fá eisini lut í gleðini hjá Mariu og Jósefi um undurfullu føðingina hjá barninum Jesusi.
Fyrstu jólini er 28 síður og fæst bókin í bókabúðunum um landið, skrivar Fólkakirkjan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald