Mánadagin hittast ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj; bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer; týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz; og franski forsetin, Emmanuel Macron í bretska høvuðsstaðnum London.
Teir fýra leiðararnir skulu taka samanum støðuna og samráðingarnar, sum eru í gongd í løtuni við USA sum meklara, skrivar Macron á sosiala miðilin X.
– Vit mugu halda fram at leggja trýst á Russland fyri at tvinga landið til frið, sigur hann, og leggur afturat:
– Ukraina kann líta á okkara óvikandi stuðul.
Macron sigur, sambært Ritzau, at tey halda fram við arbeiðnum um saman við USA at veita ukrianum verjutrygd, sum er neyðugt fyri at fáa ein varandi frið í landinum.
– Tí tað, sum er uppá spæl í Ukraina, er eisini trygdin hjá øllum Evropa.
Seinastu dagarnar hava umboð fyri USA og Ukraina verið savnað í amerikanska statinum Florida at umrøða uppskotið til friðarætlan, sum USA hevur lagt fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald