Tíðin er komin at taka næsta stig í vápnahvíldini millum Ísrael og Hamas, sum kom í gildi fyri tveimum mánaðum síðani.
Ísrael skal taka herdeildir sínar aftur til sonevndu gulu linjuna, sum Ísrael hevur sett í Gazageiranum, og altjóða friðarvarðveitandi herdeildir skulu setast inn, verður sagt úr Katar og Egyptalandi, sum hava meklað í stríðnum millum Ísrael og Hamas.
Bæði hesi tingini eru partar av friðarætlanini fyri Gaza, sum USA hevur lagt fram, og sum ST tekur undir við.
– Ein vápnahvíld er ikki komin á mál, áðrenn Ísrael tekur herdeildir sínar fullkomiliga aftur, og støðufesti er í Gaza, sigur Mohammed bin Abdulrahman al-Than, forsætisráðharri í Katar sambært Ritzau.
Hamas og Ísrael hava fleiri ferðir lagt hin partin undir at bróta vápnahvíldini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald