Innanlands

Vága kommuna samtykt at leggja tænastugjald á tóm hús

Umleið 70 hús í kommununi standa tóm, og fer kommunan at krevja 8.000 krónur um árið fyri hvørt tómt hós

(Mynd: Vága kommuna)

(Mynd: Vága kommuna)

2025-12-07 11:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á býráðsfundi 2. desember samtykti Vága kommuna einmælt at nýta heimildina í nýggju løgtingslógini til at leggja eitt árligt tænastugjald á tóm hús í kommununi.

Lógarheimildin gevur kommununum møguleika at taka eitt gjald fyri felags kommunalar tænastur til hús, har eingin er skrásettur at búgva.

Vága kommuna hevur gjørt eina uppteljing av støðuni, og hon vísir, at umleið 70 hús í kommununi standa tóm, skrivar kommunan í tíðindaskrivi.

Sambært útrokningum, við støði í lógini, verður ásetta gjaldið 8.000 krónur um árið fyri hvørt tómt hús.

Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu sigur, at hetta er ein rættvís skipan, sum tryggjar, at eigarar av tómum húsum eisini gjalda fyri tær felags tænastur og undirstøðukervi, ið øll nýta — eisini tá húsini ikki verða brúkt sum fastur bústaður.

Hugsanin handan skipanina er m.a., at tóm hús skulu vera við til at fíggja felags tænastur, samstundis sum kommunan fær betri amboð at stýra nýtslu av húsum og framtíðar búseting.

Arbeiðið at fyrireika innkrevjingina fer í gongd beinanvegin, og tað er einmælt samtykt í býráðnum, at gjaldið verður 8.000 krónur um árið fyri hvørt tómt hús, skrivar kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder