2025-12-07 11:12
Seinastu tíðina hevur 27 ára gamli langtteinarennarin Julian Gregersen tikið fleiri føroysk met, og tað gjørdi hann aftur í morgun.
Tíðliga í morgun okkara tíð luttók hann í Valencia Marathon í Spania, og har tók hann føroyska maratonmetið, tá hann kom á mál við tíðini 2.21.30.
Gamla metið á 2.27.53 átti Absalon Hansen, og tað varð sett í Hamburg í 1988.
Higartil í ár hevur Julian Gregersen tikið metið á 1500 metrum, fimm kilometrum á breyt, 5000 metrum á vegi og í hálvmarathon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald