Innanlands

Samstarva um at basa fíggjarligum harðskapi

Ráðgevararnir hjá Liv uttan harðskap kunnu nú vísa til Føroya Banka í teimum førum, har talan er um fíggjarligan harðskap

(Mynd: Kvinnuhúsið/Facebook)

(Mynd: Kvinnuhúsið/Facebook)

2025-12-08 17:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Harðskapsráðgevingin í Kvinnuhúsinum, Liv uttan harðskap og Føroya Banki undirskrivaðu í farnu viku samstarvsavtalu.

Avtalan er liður í arbeiðnum at basa fíggjarligum harðskapi í parløgum og nærsambondum og inniber, at ráðgevararnir hjá Liv uttan harðskap nú kunnu vísa til Føroya Banka, í teimum førum har fíggjarliga støðan kann verða partur av harðskapinum.

Hetta er galdandi uttan mun til, um ein er kundi hjá Føroya Banka ella ikki, skrivar Kvinnuhúsið í tíðindaskrivi.

Ráðgevarar hjá Føroya Banka fáa undirvísing frá Kvinnuhúsinum, um hvussu harðskapur kann vísa seg, og hvussu mann á bestan hátt stuðlar menniskjum ið eru útsett fyri harðskapi.

Liv uttan harðskap kann røkkast á telefon: 320032 og svarar yrkadagar millum klokkan 10 og 16. Ráðgevingin er til kvinnur og menn, ið eru útsett fyri harðskapi og til avvarandi at harðskapsraktum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder