Uttanlands

Elon Musk: Avtakið ES

Eftir at ES hevur givið sosiala miðli hansara, X eina risabót hóttir ríkmaðurin við at koma við einum aftursvari

Elon Musk hevur verið eigari av sosiala miðlinum X síðan 2022 (Mynd: EPA)

Elon Musk hevur verið eigari av sosiala miðlinum X síðan 2022 (Mynd: EPA)

2025-12-08 13:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

ES eigur at verða avtikið, og sjálvavgerðarrætturin eigur at fara aftur til einstøku londini, so stjórnir betri kunnu umboða fólk teirra.

Tað skrivar ríkmaðurin Elon Musk á sín sosiala miðil X, eftir at ES hevur givið X eina risabót fyri ikki at liva upp til reglugerð teirr aum talgildar tænastur.

Les eisini: X fær risabót frá ES

Bótin er 120 milliónir evrur, sum svarar til 900 milliónir krónur.

Musk skrivar eisini, sambært Politico, at hann fer at koma við einum aftursvari.

– ES hevur givið ikki bara X men eisini mær persónliga hesa svaku bótina, og tað er uppaftur meira svakt. Tí haldi eg, at tað hevði verið hóskandi, at svara ikki bara ES aftur men eisini teimum einstaklingunum, sum tóku hetta stigið ímóti mær, skrivar hann.

Hvat slag av aftursvari talan er um, sigur hann einki um.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder