Fráboðanirnar um hóttanir móti løgtingslimum verða kannaðar nærri, og hevur løgreglan ikki fleiri viðmerkingar til málið í løtuni.
Tað skrivaði løgreglan í stuttari fráboðan til miðlarnar á middegi.
Tað var leygarmorgunin, at tað kom fram, at løgtingslimir, sum hósdagin atkvøddu fyri uppskotinum um nýggja fosturtøkulóg, høvdu fingið hóttandi boð.
Hvussu nógvar fráboðanir, løgreglan hevði fingið, verður ikki upplýst, men fráboðanir eru ikki komnar frá øllum 17, sum atkvøddu fyri uppskotinum.
Løgreglan umrøddi málið á fundi fyrrapartin, men eftir fundin hevur løgreglan ikki fleiri viðmerkingar, verður sagt.
– Vit eru í ferð við at kanna fráboðanirnar nærri. Fyri ikki at ávirka kanningararbeiðið hava vit ikki fleiri viðmerkingar til málið í løtuni, sigur løgreglan.
Les eisini: Fleiri fráboðanir um hóttanir um vikuskiftið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald