Innanlands

Vil hava fígging til læraraútreiðslur til tveir eyka flokkar

Tórshavnar kommuna hevur játtað 10 milliónir krónur til eyka undirvísingarhøli í Skúlanum á Argjahamri og Skúlanum á Fløtum fyri at tryggja, at børn kunnu ganga í skúla í nærumhvørvinum, og hevur hon nú heitt á løgtingsins fíggjarnevnd um fígging til læraraútreiðslurnar í hesum sambandi

Skúlin á Fløtum (Savnsmynd)

Skúlin á Fløtum (Savnsmynd)

2025-12-08 17:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tórshavnar kommuna hevur sent løgtingsins fíggjarnevnd umbøn um fígging til læraraútreiðslurnar til tveir eyka flokkar í kommununi komandi trý árini.

Kommunan hevur játtað 10 milliónir krónur til eyka undirvísingarhøli í Skúlanum á Argjahamri og Skúlanum á Fløtum, og hølini skulu vera klár komandi skúlaár.

Í umsóknini frá Tórshavnar kommunu verður víst á, at fólkaskúlalógin leggur upp fyri, at skúlatilboð verður veitt næmingum í nærumhvørvinum, men at hetta ikki altíð er galdandi fyri næmingar í miðstaðarøkinum í Tórshavnar kommunu.

Í miðstaðarøkinum í kommununi eru seks fólkaskúlar, og tá ið fleiri næmingar eru í økinum, enn pláss er fyri í skúlunum í nánd, har næmingarnir búgva, játtar landið ikki eyka tímar, um pláss er fyri næmingunum í øðrum skúlum. Í kommunum, har bara ein skúli er, játtar landið tímar til eykaflokk, tá næmingatalið fer upp um 22 næmingar, vísir kommunan á.

Næmingatalið í skúlunum í Tórshavnar kommunu er sum heild høgt, og verður fígging veitt til eykaflokkar í Tórshavnar kommunu, verður næmingatalið í flokkunum í høvuðsstaðarkommununi framvegis millum hægstu í landinum - 20,2 næmingar í hvørjum fyrsta flokki.

Til skúlaárið 2025/2026 søkti kommunan um ein eykaflokk, sum var játtaður, og harafturat varð givið undantak frá næmingahámarkinum. Undantakið er galdandi fyri hetta og næsta skúlaár.

Umframt fólkavøkstur er ein orsøk til tørvin á eyka flokkum broytingin í fólkaskúlalógini, har ásett varð, at næmingatalið í hvørjum flokki ikki átti at verið hægri enn 22 við skúlaársbyrjan.

Kommunan arbeiðir við at loysa hesa avbjóðing, men krevur eisini, at landið fíggjar læraraútreiðslurnar, stendur í skrivinum, sum er sent fíggjarnevndini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder