2025-12-08 20:17
Eitt lágtrýst vestur úr Iberisku hálvoynni dýpist og ferðast skjótt móti Bretlandi, og tað hevur við sær nógvan vind og nógv avfall í Føroyum í annaðkvøld.
Sambært Veðurstovuni verða upp í 23-24 metrar um sekundið og fitt av regni í annaðkvøld. Longu týsdagin seinnapartin øtlar hann um vindin, sum síðan so veksur sum frálíður.
Mesti vindurin verður um midnáttarleitið. Móti morgni minkar vindurin niður í strúk ella skrið av landnyrðingi, 13 til 18 m/s, samdrigið og regn, í støðum við vátakava. Hitin 6 til 10 stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald