Innanlands

Viðareiðistunnilin stongdur: Rivur funnar í sproytibetonginum

Víst verður til gamla Viðareiðisvegin, meðan tunnilin er stongdur

(Mynd: Landsverk)

(Mynd: Landsverk)

2025-12-08 20:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsverk hevur stongt Viðareiðistunnilin fyribils. Orsøkin er, at rivur eru í loftinum í sproytibetonginum.

Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki, sigur við Kringvarpið, at skaðin er einar 20 metrar og rivurnar eru nokkso grovar. Hetta verður nú kannað nærri, og um nakrar dagar veit Landsverk hvussu umfatandi umvælingararbeiðið verður.

Í meðan verður víst til gamla Viðareiðisvegin.

Viðareiðistunnilin læt upp í 2016. Tunnilin er 1895 metrar langur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder