Fitt av vindi var í nátt og tað sæst aftur í samdøgurðsfrágreðingini hjá løgregluni. Umleið 30 fráboðanir um vindskaðar komu frá klokkan hálvgun seks í gjárkvøldið til trýkorter til fimm í morgun.
Fyri tað mesta var tað úr Klaksvík, Eysturkommunu, Kollafirði og í Vágum. Eisini var okkurt smávegis úr Havn og Hoyvík.
Í stóran mun var talan um húsaklædningar sum høvdu fingið skaða, tekjur sum hava rivið, brotnir rútar, og tilfar sum feyk í vindinum.
Í Leirvík rann Mataráin yvir og har fleyt vatn inn í kjallarar.
Hetta eru so bara fráboðaninar sum løgreglan fær. Sløkkiliðini og bjargingarliðini fáa eisini nógvar fráboðanir beinleiðis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald