Ársins móttakari av friðarheiðursløn Nobels, María Corina Machado, roknar við, at heimland hennara, Venesuela, skjót verður frælst og fær fólkaræði.
Tað segði hon á tíðindafundi í Oslo í dag.
- Fólkaræði finst ikki uttan við friði og ábyrgd. Vit hava mist møguleikan fyri at ferðast frítt í okkara heimlandi, segði hon.
Machado segði eisini, at stríðið fyri frælsi og mannarættindum heldur áfram, og at Venesuela tí skjótt verður eitt frælst land.
Venesuela er ein trygg havn fyri lógloysingar
Upp á fyrispurning um Venesuela skal rokna við at uppliva eina innrás, svaraði hon, at “vit hava longu iranskar agentar og yvirgangsbólkar sum Hizbollah og Hamas í landinum, sum arbeiða saman við stjórnini”.
- Venesuela er longu hersett. Vit hava kolumbisku guerillurnar og kartell, sum smugla narkotika og fólk, og vit hava ein svartan marknað við olju. Venesuela er vorðin ein trygg havn í Latínamerika fyri lógloysingar.
Machado saman við norska forsætisráðharranum, Jonas Gahr Støre (Mynd: EPA)
Machado segði at hon nú biður altjóða samfelagið um hjálp til at arbeiða ímóti hesum. Hon takkaði eisini øllum, ið hava sett lív sítt í vanda fyri at hjálpa henni at koma til Noregs í sambandi við at friðarheiðurslønin varð handað.
- Hetta var ein uppliving og prísin vert. Vit mugu fortelja um hvat, ið hendir í Venesuela.
Machado staðfestir eisini, at hon framyvir verður noydd til at fjala seg so leingi núverandi stjórnin situr við valdið í Venesuela.
- Eg havi fólk, sum ansa eftir mær.
Ferðaðist í loyndum til Noregs
María Corina Machado var als ikki vís í um tað var rætt av henni at fara til Noregs. Hon ferðaðist í loyndum.
Fyri Machado var tað sera kensluborið at síggja familju sína aftur í Noregi. Hon hevur ikki sæð børn síni í næstan tvey ár, skrivar finska kringvarpið, Yle.
Dóttir hennara, Ana Corina Machado, tók í móti friðarheiðursløn Nobels hennara vegna í gjárkvøldið, orsaka av at Machado sjálv ikki náddi fram.
Bæði hon og familja hennara eru hótt eftir lívinum av núsitandi stjórnini hjá Nicolás Maduro, forseta.
- Dagarnir hjá Maduro eru taldir, segði Machado í viðtali við NRK í dag.
Stuðlar Trump
Hon lýsir heimland sítt sum ein “kriminellan bygnað, ið forfylgir, pínir og drepur fólk fyri at varðveita valdið og halda fram við sínum kriminella virksemi”.
Friðarheiðurslønin í ár hevur verið umstrídd. Serliga tí at góð viðurskifti eru millum hana og amerikanska forsetan, Donald Trump. Machado hevur víst sín stuðul til Trump og amerikansku álopini á bátar og skip í karibiska havinum og fyri einum hernaðarligum inntrivi mótvegis Venesuela undir amerikanskari leiðslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald