Innanlands

Samtykt at stovna almannagagnligt bústaðarfelag í Havn

Felagið verður stovnað saman við Bústøðum í sambandi við nýggju íbúðirnar í Dalabú, sum nú skulu verða leiguíbúðir

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2025-12-11 22:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tórshavnar býráð hevur í kvøld samtykt at stovna landsins fyrsta almannagagnliga bústaðarfelag.

Felagið verður stovnað saman við Bústøðum í sambandi við nýggju íbúðirnar í Dalabú, sum nú skulu verða leiguíbúðir.

Drúgt orðaskifti var um málið á býráðsfundinum í kvøld, men málið varð at enda samtykt við sjey atkvøðum fyri, trimum ímóti og trimum blonkum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder