Mentan

Føroyingar lesa um føroyska søgu og føroyingar

Svørt Orkidé er ovast á metsølulistanum hjá Riti og Ráki, men síðani kemur bókin um Toda

2025-12-12 07:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Rit & Rák hevur gjørt upp, hvørjar bøkur verða seldar í hesum døgum.

Svørt Orkidé hjá Vónbjørt Vang liggur greitt ovast á metsølulistanum, men annars vinna yrkisbøkurnar á skaldskapinum.

Av teimum umleið 160 bókunum, sum eru komnar út á føroyskum higartil í ár, eru 48 yrkisbøkur, 42 skaldskapur og 70 barnabøkur.

- Vit kunnu enn einaferð staðfesta, at okkum dáma at lesa um føroyska søgu og føroyingar yvirhøvur. Seks av trimun tíggju bókunum á metsølulistanum eru slíkar. Ovast av hesum er bókin um Toda, og harumframt eru tvær um sjólívið.

Matbøkur eiga eisini vanliga pláss á listanum, og í ár er einki undantak. Tær báðar eru Tað, sum eftir er, og Søtt & salt, siga tey í Riti og Ráki.

Bókin um Føroysk mineral og grótsløg er ein sum skilir seg burturúr, men hetta er eisini ein sera snøgg og hent handbók.

Metsølulistarnir vóru dagførdir mikudagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder