Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj heldur, at ein fólkaatkvøða skal avgera spurningin um ukrainsk landaøki í sambandi við eina møguliga friðaravtalu við Russland.
– Eg haldi, at fólkið í Ukraina skal svara hesum spurninginum. Um tað er umvegis val ella fólkaatkvøðu, skal ukrainska fólkið taka støðu, segði hann hósdagin við journalistar sambært Ritzau.
Í november legði USA fram eitt uppskot til friðarætlan, sum m.a. innihelt ásetingar um, at Russland skuldi yvirtaka m.a. Donbas-økið í Eysturukraina. Sambært Zelenskyj hevur Ukraina sent USA eina dagførda útgávu av friðarætlanini. Hann sigur tó einki um, hvat er broytt.
Ukrainski forsetin sigur tó, at millum tey mál, sum framvegis eru til umrøðu, eru kjarnorkuverkið Zaporizjzja umframt landsluturin Donetsk, sum liggur í Donbas-økinum.
Zelenskyj sigur, at USA framvegis roynir at leggja trýst á Ukraina fyri at fáa landið at taka sínar herdeildir úr Donetsk-økinum. Hann heldur, at ein friðaravtala eigur at innihalda ásetingar um verjutrygd og eina ætlan fyri enduruppbygging av Ukraina.
Friðarætlanin hjá USA innihelt eisini ásetingar um, at val skuldi vera í Ukraina innan 100 dagar. Sambært ukrainsku stýriskipanini er ikki loyvt at hava val, meðan landið er í undantaksstøðu orsakað av kríggi, og tí hevur einki ukrainskt val verið, síðan kríggið byrjaði í februar 2022.
Týsdagin boðaði Zelenskyj frá, at val kan verða hildið í Ukraina innan 60 til 90 dagar, um trygdin er í lagi. Hann heitti samstundis á USA og evropeisk sameind um at hjálpa ukrainum at tryggja eitt møguligt val. Í gjár undirstrikaði hann tó, at tað fer at krevja eina vápnahvíld, um val skal verða í krígstíð.
– Tað er tað, sum eigur at verða umrøtt. Fyri at siga sum er, halda vit í Ukraina, at USA átti at tosa við russisku síðuna um hetta, segði Zelenskyj.
Ukranski forsetin er valdur í eitt fimm ára skeið. Zelenskyj tók við sum forseti í mai 2019, og átti val tí at verið á vári í fjør. Zelenskyj hevur fleiri ferðir sagt seinasta árið, at hann ikki ætlar at stilla upp aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald