Mentan

Jólaligir kórtónar við Tórshavnar Kamarkóri

Leygardagin verður konsert í Feskfiskahøllini á Faroe Ship á Eystaru bryggju í Havn

2025-12-12 12:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, leygardagin, 13. desember klokkan 17 verður jólakonsert við Tórshavnar Kamarkóri í Feskfiskahøllini á Faroe Ship á Eystaru bryggju í Havn.

– Ljómurin í høllini gevur ein heilt serligan katedralskan klang og tað hóskar sera væl til kórtónleik – og sanniliga eisini jólakórtónleik, skrivae kórið í tíðindaskrivi.

– Undir kórleiðslu av Bernharði Wilkinson fer kórið at framføra hugnaliga jólaskrá við føroyskum og útlendskum kórsatsum. Høllin er jólaprýdd til høvið, og vit bjóða ein góðan kopp av heitum kakao.

Atgongumerki til konsertina fáast á www.atgongumerki.fo .

Heitt verður á áhoyrarar um at vera heitt ílatin. Høllin er ikki upphitað, og tí kann tað vera kalt.

Gjørt verður eisini vart við, at konsertin er innanfyri ISPS-økið á havnarlagnum. Tí er týdningarmikið, at tey, sum koma á konsert, halda seg innanfyri avmerktu økini.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder