Mentan

Christopher á Tórsfest

Danska poppstjørnan Chistopher fer at framføra tá Tórsfest verður 24. juli

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2025-12-12 16:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vælumtókta danska poppstjørnan Christopher fer at framføra á pallinum mitt í Havn við stórhittum tá Tórsfest verður 24. juli.

Hesum boða fyriskipararnir frá í dag.

Við meira enn fýra milliardum stroymingum kring heimin hevur Christopher  staðfest seg sum eina veruliga altjóða poppstjørnu. Hann hevur merkisverd evni at sameina popp, R&B og nútímans ljóð í fangandi sangum og stórhittum.

Sum 19 ára gamal fekk Christopher sítt gjøgnumbrot í 2011 við debutlagnum Against All Odds, og árið eftir kom fyrsta fløgan Colours. Síðan tá hevur hann givið út fleiri fløgur og stórhitt, eitt nú Told You So (2014), Closer (2016), Under the Surface (2019), My Blood (2021) og nýggjastu útgávuna Fools Gold í 2025.

Hann hevur havt stóra eydnu við fleiri av sangunum, t.d. Twerk It Like Miley og I Won’t Let You Down – fleiri teirra hava ligið ovast á donsku og altjóða hittlistum.

Christopher er eisini vorðin fastur partur av altjóða tónleikapallinum við útseldum konsertum í USA, Suðuramerika, Evropa og Asia. Serliga í Japan, Kina, Filipsoyggjum og Suðurkorea er áhugin fyri honum vaksin nógv seinnu árini. Christopher hevur eisini samstarvað við tónleikarar sum Madcon og Bekuh Boom.

Sjónleikur og Netflix
Umframt tónleikin hevur Christopher eisini tikið fet inn á sjónleikaleiðina. Í 2022 spældi hann í filminum "Toscana", og í 2023 hevði hann høvuðsleiklutin í Netflix-filminum "A Beautiful Life", har tónleikur hansara eisini er ein týðandi partur. Hesir leiklutirnir hava verið við til at gera hann enn meira kendan á altjóða marknaðinum.

Frammanundan er danin Benjamin Hav kunngjørdur á Tórsfest.

[object Object](Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder