Innanlands

Smyril avlýsir fyri veður

Smyril siglir seinasta túrin klokkan 16

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-12-13 10:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Veðrið ávirkar siglingina á Suðuroyarleiðini seinnapartin.

Strandferðslan boðaði frammanundan frá, at roknast kundi við broytingum og/ella avlýsingum á Suðuroyarleiðini, og nú verður boðað frá, at Smyril avlýsir tveir túrar.

Tað eru túrurin av Krambatanga klokkan 18.30 og av Havnini klokkan 21.15, sum eru avlýstir.

Strandferðslan boðar eisini frá, at tað fyribils eingin sigling er millum Sandoy og Skúvoy.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder