Innanlands

Einki jólaskip á Havnina seinnapartin

Jólaskipsvitjanin er útsett vegna veður, og nærri kunning um, nær tiltakið verður, kemur seinni, sigur Tórshavnar kommuna

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2025-12-13 10:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jólaskipsvitjanin, sum skuldi vera í Havn seinnpartin í dag, er útsett.

Tað boðar Tórshavnar kommuna frá.

Jólaskipið við jólamonnunum skuldi leggja at í Vágsbotni klokkan 16, men vegna veður kemur einki jólaskip á Havnina í dag.

Nærri kunning um, nær tiltakið verður, kemur seinni, skrivar kommunan.

Les eisini: Jólamenninir eru veðurfastir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder