Uttanlands

Kina: Avgjald á hítir skal fáa barnatalið upp

Síðan 1993 hevur fyribyrging verið undantikin meirvirðisgjaldi, men nú vil kinesiska stjórnin hava fólk at fáa sær fleiri børn

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-12-13 16:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um ársskiftið fer Kina fyri fyrstu ferð í yvir 30 ár at leggja meirvirðisgjald á fyribyrging, eitt nú hítir, fyri at eggja fólki til at fáa sær fleiri børn.

Í tíðarskeiðnum 1980 til 2015 var ein eittbarnspolitikkur galdandi í Kina, sum bannaði pørum at fáa meira enn eitt barn. Sum liður í hesum politikkinum hevur fyribyrging verið undantikin meirvirðisgjaldi síðan 1993, skrivar miðilin TIME.

Men frameftir verður eitt grundmeirvirðisgjald á 13 prosent, sum er galdandi fyri flestu vørurnar í Kina, eisini lagt á fyribyrging.

Í 2015 varð eittbarnspolitikkurin avtikin, og varð tá loyvt at fáa tvey børn. Í 2021 varð hetta markið hækkað til trý børn.

Í 2024 vórðu 9,5 milliónir børn fødd í Kina. Tað er ein triðingingur færri enn í 2019, tá 14,7 milliónir børn vórðu fødd, skrivar Ritzau.

Árliga doyggja fleiri fólk, enn børn verða fødd í Kina, og í 2023 yvirtók India heitið hjá Kina sum fólkaríkasta land í heiminum.

Sambært tíðindastovuni AP hevur KIna eisini eitt av hægstu fosturtøkutølunum í heiminum. Í tíðarskeiðnum 2014 til 2021 vórðu millum níggju og tíggju milliónir fosturtøkur framdar um árið. Veruliga talið kann tó vera hægri,a v tí at fleiri eisini leita sær hjálp á óskrásetum klinikkum.

Kina steðgaði við at almannakunngera tøl um fosturtøkur í 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder