Verður ikki koyrandi á Dalsvegnum í vetur, fer Landsverk at skipa fyri raðkoyring gjøgnum Dalstunnilin.
Tað kunnaði Landsverk m.a. um á fundi í Dali mikudagin í farnu viku.
Á fundinum kunnaðu Politiið, Ambulansatænastan og Tórshavnar Sløkkilið um, hvussu tey fara at hjálpa, um ein neyðstøða tekur seg upp og tað ikki ber til at koyra á vegnum gjøgnum Dalsbergið.
Raðkoyring er ein trygg loysn, sum órógvar arbeiðið í tunlinum minst møguligt, sigur Landsverk, sum tó leggur afturat, at er veðrið sera ringt, kann vera nakað av bíðitíð, áðrenn Landsverk kemur á staðið. Verður arbeitt inni í tunlinum, ávirkar tað eisini bíðitíðina.
Dalstunnilin verður eftir ætlan liðugur næsta ár.
Loftið í tunlinum og portalurin í Dali eru stoypt, og portalurin Húsavíkarmegin verður liðugur um ársskiftið, sigur Landsverk.
Arbeiðið við at vatntryggja tunnillin verður liðugt um nakrar vikur, og el-arbeiðið er byrjað.
Vegarbeiðið Húsarvíkarmegin er liðugt, og asfaltarbeiðið í Dali verður liðugt til jóla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald