Innanlands

Viðareiðistunnilin latin upp aftur

Seinnapartin læt Viðareiðistunnilin upp aftur eftir at hava verið stongdur síðan mánadagin. Rivur vóru staðfestar í betonginum

(Mynd: Landsverk)

(Mynd: Landsverk)

2025-12-13 16:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Viðareiðistunnilin læt upp aftur klokkan 16:15 seinnapartin. Hesum boðar Landsverk frá.

Mánadagin 8. desember 2025 læt Viðareiðistunnilin aftur av trygdarávum. Nakað av tilfari var dottið niður úr tunnilsloftinum umleið 1400 metrar inn frá tunnilsmunnanum Hvannasundsmeginog staðfestar vóru umleið 20 metrar av rivum í betonginum longs eftir tunlinum.

Farið var beinanvegin undir kanningar við fakfólki hjá Landsverki og P/F LBF. Síðani var arbeiðið skipað og riggað til við ymiskari tunnilsútgerð, sprongimáttur vóru lagdar á vegbreytina, og farið var undir at skróta, reinsa og spula loftið. 

Tað komu umleið 12 rúmmetrar av tilfarið niður. Síðani er loftið tryggjað við sproytubetongi við stálfiprum í. Eini 29 rúmmetrar av betongi eru sproytaðir upp í loftið. Eftirfylgjandi eru ísettir 50 innstoyptir fjallatryggingarboltar. 

Arbeiðið hevur órógvað ferðsluna í økinum og ávirkað bæði borgarar og vinnu, tí hevur verið neyðugt at brúkt tann gamla Viðareiðisvegin hesar 6 dagarnar arbeiðið hevur vart.

Í dag er arbeiðið liðugt. Nú er tunnilsútgerðin riggað av, tunnilin vaskaður og el-skipanin í økinum verður sett uppaftur. Nú er um at vera klárt at taka tunnilin í nýtslu aftur og letur hann upp aftur kl. 16.15 í dag.

Landsverk fer í næstum at gjøgnumganga tunnilsloft og veggir í tunlinum. 

Viðareiðistunnilin var tikin í nýtslu 2. september 2016 og er umleið 1941 metrar langur og gongur frá Hvannasundi gjøgnum Tunnafjall yvir í Middal norðanfyri Viðareiði. Tunnilin hevur eina vegbreidd á 8,5 metrar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder