Reyði Krossur Føroya og Føroya Landsstýri lata í felag 700.000 krónur í neyðhjálp til Sudan.
Í mai vórðu latnir 500.000 krónur, men tørvurin er ómetaliga stórur, skrivar Reyði Krossur.
– Herviligt borgarakríggj er í landinum, sum hevur syndarligar avleiðingar fyri sivila fólkið, ið har býr.
– Reyði Krossur og landsstýrið lótu í mai tilsamans 500.000 krónur til neyðhjálp í Sudan, men støðan er einans versnað síðan tá, og verður roknað ímillum svárastu humaniteru kreppur í heiminum í dag. Tískil er tørvurin á hjálp framvegis ómetaliga stórur í landinum, skrivar Reyði Krossur.
Við 700.000 krónur í stuðli afturat úr Føroyum kann Reyði Krossur í Sudan eitt nú:
- Víðka um humaniteru "Service points", humaniter tænastustøð, til dømis við tryggum støðum (Safe Spaces) til børn og kvinnur
- Veita heitar máltíðir og drekkivørur
- Veita fyrstuhjálp og heilsukanningar og vísa víðari til heilsuverk, um tørvur er á tí.
- Deila út 300 matpakkar til serliga útsettar familjur.
- Skipa fyri heilsudøgum í flóttafólkalegum og á humaniteru tænastustøðunum.
Stuðulin hevur til endamáls at tryggja útsettum fólkum atgongd til neyðsynjartænastur og verju upp á ein tryggan og virðiligan hátt. Hetta fer fyrst og fremst at koma flóttafólkum, sum ferðast á teimum stóru flóttarutunum, til gagns, skrivar Reyði Krossur.
– Samanumtikið verður mett, at umleið 20.000 fólk kunnu fáa beinleiðis hjálp av hesum stuðlinum, serliga í sambandi við ávísu humaniteru tænastustøðini (”Service Points”) í Norðurstatinum í Sudan, har tørvurin er ógvusligur orsakað av nógvu flóttafólkunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald