Innanlands

30 ár í starvi hjá Nes kommunu

Á lítlari samkomu á kommunuskrivstovuni fríggadagin takkaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Akseli Højgaard fyri trúgva og drúgva tænastu

2025-12-15 15:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í ár hevur Aksel Højgaard verið í 30 ár í starvi hjá Nes kommunu.

Hann byrjaði á vári í 1995 sum arbeiðsformaður. Seinni gjørdist Aksel leiðari á Teknisku deild, og seinastu tvey árini hevur hann mest arbeitt við at skráseta vatn- og kloakkskipanina hjá Nes kommunu.

Í hesi 30 árini hevur Nes kommuna ment seg munandi, so dagligdagurin er eisini sera nógv broyttur í fyrisitingini.

Á lítlari samkomu á kommunuskrivstovuni fríggadagin takkaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Akseli Højgaard fyri trúgva og drúgva tænastu. Hann handaði honum eina gávu saman við blómum og ynskti honum alt tað besta og framhaldandi blíðan byr.

Nes kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder