Atkvøðugreiðslan til eldraráðsvalið endaði í dag klokkan 16, og atkvøðurnar eru nú taldar. Av teimum 14 valevnunum, ið stillaðu upp, eru fimm limir og tríggir varalimir valdir í Eldraráðið.
Úrslitið merkir, at Jóhan Carl Dam, Leivur Hansen, Marjun Poulsen, Annemi L. Joensen og Bergljót av Skarði eru vald í nevndina, meðan Marin Rasmussen, Lissi Hansen og Did Nicolajsen eru vald sum varalimir. Nýggja nevndin tekur við frá 1. januar 2026 og situr fram til 31. desember 2028.
5656 høvdu valrætt til eldraráðsvalið í Tórshavnar kommunu. 2571 greiddu atkvøðu talgilt, meðan 222 greiddu atkvøðuna við brævi. Valluttøkan var sostatt 49,4 prosent í mun til 45,6 prosent í 2020.
Atkvøðubýtið sært tú her:
Nr. | Valevni | Atkvøður |
| 1. | Jóhan Carl Dam | 688 |
| 2. | Leivur Hansen | 282 |
| 3. | Marjun Poulsen | 273 |
| 4. | Annemi L. Joensen | 245 |
| 5. | Bergljót av Skarði | 245 |
| 6. | Marin Rasmussen | 182 |
| 7. | Lissi Hansen | 180 |
| 8. | Did Nicolajsen | 166 |
| 9. | Fríðálvur A. Jensen | 164 |
| 10. | Ingrid S. Henriksen | 143 |
| 11. | Jens Peter Jensen | 85 |
| 12. | Ejler Johannesen | 74 |
| 13. | Bozena Rasmussen | 37 |
| 14. | Bjørn Elison | 29 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald