Innanlands

Kvinnuhúsgrunnurin keypt Argja kirkju

Yvirtøkan fer fram 1. januar 2028 og er treytað av, at Tórshavnar kommuna góðkennir, at virksemið hjá Kvinnuhúsinum kann fara fram í bygninginum

(Mynd: Skyn)

(Mynd: Skyn)

2025-12-15 20:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kvinnuhúsgrunnurin hevur keypt Argja kirkju, og keypið er treytað av, at Tórshavnar kommuna góðkennir, at virksemið hjá Kvinnuhúsinum kann fara fram í bygninginum.

Hesum boðar Kvinnuhúgrunnurin frá í tíðindaskrivi í kvøld.

Yvirtøkan fer fram 1. januar 2028, og fram til tá kann kirkjan halda á við sínum virksemi, til nýggj kirkja er bygd.

Nevndin í Kvinnuhúsgrunninum fegnast um, at tað nú er eydnast at finna hóskandi hølir, sum kunnu nøkta tørvin hjá Kvinnuhúsinum og tí fjølbroytta virksemi, sum húsið hýsir. Hølini liggja væl fyri og geva góðar møguleikar at menna virksemið framyvir.

[object Object](Mynd: Skyn)

Seinastu mánaðirnar hevur nevndin í Kvinnuhúsgrunninum í samstarvi við Argja kirkjuráð arbeitt miðvíst við at fáa eina avtalu upp á pláss.

- Bygningurin er ikki klárur at taka í nýtslu, tá kirkjan flytur út. Tørvur er á umfatandi umbygging. Kvinnuhúsgrunnurin fegnast um, at Betri samtakið hevur latið fimm milliónir krónur í stuðli til umbyggingina, og fer Kvinnuhúsgrunnurin komandi tíðina at arbeiða víðari við at útvega fígging og søkja um stuðul til verkætlanina, sigur Kvinnuhúsgrunnurin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder